Ria Tórgarð vaks upp í prestagarðinum í Kvívík. Har helt hon øll síni fyrstu jól uttan eini, sum vórðu hildin í Miðvági.
Á Kirkjuteigi varð nógv gjørt burtur úr jólaaftan. Tó ikki fyrrenn pápin Aksel var komin aftur frá gudstænastu í aðrari bygd.
Húskið flutti til Kvívíkar í 1960. Har vuksu børnini upp saman við kvívíksbørnum. Okkurt serstakt var kortini við at vera prestadóttir, heldur Ria.