LGBT+ Føroyar fara at gera eitt sokallað trygt stað, eitt stað, har ungir LGBT+arar kunnu koma og hugna sær saman uttan at óttast fyri ikki at vera góðtikin.
Hetta tilboðið er vanligt í øðrum londum og eitur m.a. AURA í Danmark. Bæði í Danmark og Íslandi er trygga staðið sera væl umtókt, og tey hava tilboð til fleiri aldursbólkar.
Fyri fyrst er føroyska tilboðið til 15 til 21 ára gomul. LGBT+ Føroyar hava bæði sóknast eftir sjálvbodnum vaksnum til teirra trygga stað og eisini eftir hugskotum til, hvussu tað trygga staðið skal eita.