Jóhan Dam úr Kunoy fór út at sigla sum stýrimaður við farmaskipi í 1973. Leiðin gekk til Bahamaoyggjarnar eystan fyri Florida og norðan fyri Kuba. Har hitti hann gentuna, sum hann giftist við árið eftir.
Tey búsettust í Marsh Harbor nakað norðan fyri høvuðsstaðin Nassau. Har arbeiddi Jóhan í 25 ár á eini fruktplantasju, ið seldi nógv til USA. Seinni hevur hann koyrt skúlabørn og havt nakrar tímar á lokala flogvøllinum.