Kári P. Højgaard vaks upp á Strondum og flutti sum fýra ára gamal yvir um fjørðin til Saltangará. Hann gekk í skúla á Glyvrum og tók realprógv í 1968. Meðan hann gekk í skúla, arbeiddi hann sum postboð í fleiri ár fyri Esbern Simonsen á Høgabóli.
Í 1968 fór Kári til skips. Var fyrst við trolaranum "Havborgini" av Toftum og síðani til lands í Grønlandi, har hann róði út við "Sigmundi II" av Toftum í 1969.