Kári P. Højgaard var við heiðaskipinum "Oknini", tá hon í 1970 fór á rækjuveiðu í Grønlandi. Byrjanin var trupul, men rækjuveiðan varð skjótt eitt gullnám.
Kári Højgaard fór í land í 1971, tá hann fekk starv sum tænastumaður á postavgreiðsluni í Saltangará, har hann var í 30 ár. Rutan gekk upprunaliga úr Lamba til Oyndarfirðar. Vegurin til Oyndarfjarðar var ikki bara mjúkur á hávetri.