Max Weihe verður nú í Meg minnist. Hann eitur Max Cecil Weihe eins og pápin, ið varð nevndur Cecil á Selatrað. Mamman var Mathilda var eisini av Selatrað. Tey bygdu á eini trøð í Brekkunum á Selatrað, sum Cecil fekk frá beiggja sínum Lassen, ið var bóndi á størsta garði í Eysturoynni.
Weihe-navnið kom úr Lamba til Selatraðar, tá Gamli Lassin Weihe av Bønhúsmørk giftist við garðagentuni á Niðristovugarði, sum var 11 merkur. Gamli Lassin hevði gingið í realskúla í Havn. Sonurin Hans Petur, sum hevði stóran handil í Søldarfirði, hevði verið 12 ár á skúla og i handli í Danmark.