Í 1982 fór Max Weihe at arbeiða á trolaraskrivstovuni hjá KGH í Grønlandi. Starvsfólkini hjá KGH sum heild vóru 4500 í tali. Einahandilin rakk út í hvønn krók, men varð avtikin í 1985-86.
Heimastýrið yvirtók framleiðslu- og útflutningspartin 1. januar 1985. Har varð Max Weihe settur í starv sum fiskarídisponentur fyri trolararnar.
Nakað skjótt fór hann til Føroya at royna eydnuna í aling, men var aftur í Grønlandi frá 1988. Nú stóð hann fyri at leggja til rættis á trolarakontórinum, til hann í 1990 fór til Harbour Grace at umboða Royal Greenland.