Føroyskir tónleikarar, sum verða stroymdir fleiri enn 100.000 ferðir um mánaðin á Spotify, eru í einum ógvuliga avmarkaður skara.
Ein teirra er Olvheðin Jacobsen, sum í tónleikahøpi nevnist, Olly Jacobs.
Í fjør var hann við í donsku X-factor kappingini. Har eydnaðist honum at koma í 6-Chair Challenge.
Hóast hann stóð seg ógvuliga væl, endaði X-Factor ævintýrið har.
Tað var kortini ikki til fánýtist, tí X-Factor luttøkan var spírin til eitt nýtt samstarv.