Tá Steintóra Erhardsdóttir, prestur, sunnudagin hevði gudstænastu í Kollfjarðar kirkju, snúði prædikan seg um teir illu andarnar í dagsins samfelag.
Í dag vildu vit, sambært Steintóru, umrøtt teir illu andarnar sum oyðileggjandi máttir, ið kunnu fáa klørnar í okkum, soleiðis at lívið gerst minni.
Í prædikuni bleiv sagt, at við hvønn dag ganga einum illum anda uppi á okkum - antin í lummanum ella í hondini. Tað er snildtelefonin.