Í 1950´unum og 60´unum vóru 33 føroysk børn send til viðgerðar í Danmark fyri mjadnasjúku.
Har lógu tey fastbundin við beininum í spenni í yvir tvey ár, uttan at hava foreldur ella onnur avvarðandi hjá sær. Tí tað kravdi viðgerðin.
Børnini vóru rættiliga smá, tá tey vóru send niður. Jógvan Andrias Joensen, tað eina barnið í sendingini, var trý ára gamal og Thorbjørn Joensen var fimm ár.