Hesin elektro-popp bólkur varð stovnaður í Keypmannahavn í 1979. Duettlimirnir, Tim Stahl og John Guldberg, trivust ikki í gamla bólki sínum, Starbox Band, tí tónleikurin varð tikin ov lítið í álvara. Eftir eina miseydnaða konsert fóru teir sín veg og stovnaðu Laid Back, sum vit best kenna frá fleiri singleplátuløgum, meðan 'long playing' útgávan, 'Keep Smiling', hevur verið best umtókta albumavrikið.
Plátubarrin 26.12.22