Í veruleikanum eru øll tey tíggju løgini á úgávuni avrik, sum fólk hava tikið til sín. Flestu ummælini hava verið positiv, tó onkur skrivari heldur tað ikki vera eitt gott hugskot at hava fleiri stílir í sama verki. Disko merkir heildina, men ikki øll løgini eru disko. Hetta var tann fyrsta Abbaútgávan, har Benny Andersson og Björn Ulvaeus skrivaðu øll løgini og tekstirnar tveireinir. Eisini framleiddu teir 'Voulez-Vous' í teimum tá nýggju Polar-upptøkuhølunum í Stokhólmi.
Í sendingini viðmerkir Abba-kennarin og kringvarpsverturin, Gunnar Nolsøe, stutt 'Voulez-Vous'. Og PB-verturin lesur upp ummæli eftir Jørgen de Mylius av Abba Avatar konsert í London seint í november 2022.
Plátubarrin 14. januar 2023