Lene Nystrøm var biðin at koma úr Noregi til Danmarkar at royna síni sangevni í upptøkuhølinum hjá Claus Norreen og Søren Rasted, og teir vóru hugtiknir av henni. Frammanundan høvdu teir útvegað plátuvendaran og rapparan, René Dif, sum teir høvdu hoyrt í einum diskoteki á Amager. Hetta var manningin í Aqua til 2016, tá Claus Norreen ikki hevði hug at halda fram.
Albumið 'Aquarium' hevur eitt sølutal omanfyri 14 milliónir eintøk, ið fyri flestu bólkar er ein óveruliga stór nøgd. Men tey megnaðu tað, hóast tey vórðu nógv happað fyri tónleikin og framburðin. 'Eurodance' var eitt rák í nítiárunum og tey riðu á bylgjuni.
Plátubarrin 3. desembur 2022