Onkuntíð heldur tú teg vera í tónleikaheiminum hjá ABBA, aðrar løtur á ferð við CHESS. Soleiðis er henda Tema- og frumpláta hjá Gemini frá '85, ið systkini Karin og Anders Glenmark sungu. Kendasta lagið er 'Another You, Another Me'.
Hesin temaplátutáttur er eisini ein minnissending um Karin Glenmark, sum doyði í oktober 2025. Hon var eina av Chess-sangaranum og saman við bróðrinum, Anders Glenmark, stovnaði hon duettbólkin Gemini, hvørs frum- og sjálvheitisútgáva, 'Gemini', koma árið eftir Chess-plátuna, har Karin hevði leiklutin sum Svetlana, ið sang frá kórinum á konsertum. Tónleikin til Chess skrivaðu Benny Andersson og Björn Ulvaeus, og teir skrivaðu eisini ein fittan part av hesi Temaplátu, sum teir haraftrat framleiddu saman við Anders Glenmark.
Tað var soleiðis, at Björn og Benny høvdu einar 20-25 minuttir av tilfari, sum teir ikki fingu nýtt í samband við sangleikin og útgávuna Chess, og sumt av tí vit hoyra frá hesi temaplátu, var nevniliga avlop frá Chess sangleikinum, umframt Abba avlop. Á Gemini systkina-debutini spæla eisini fleiri av gomlu Abba-tónleikarunum við, eitt nú bassgittaristurin, Rutger Gunnarsson, sáli, og Benny Andersson spælir allar tangentarnar. Haraftrat tók upptøkumaðurin hjá Abba, Michael B. Tretow, tvey av løgunum upp.
Hetta nú gott 40 ára gamla verk hava onnur enn eg, verturin, lýst sum dapurt, myrkt, við vónloysi og sorblýdni lagt aftrat. Tó eins og hjá Abba kunnu tekstir vera tungir, samstundis sum lagið er lívligt, okkurt dømi um tað er á Gemini. Talan er um eitt fleirstreingjað og minimalistisk ljóðlandskap, hvørs treytir Benny setti við sínum synthezisara. Sangtekstirnir hjá Bjørn fylgja eisini hasum, tó teir harumframt prógva góðu evnini hjá Bjørn Ulvaes sum orðasmiði. Aftrat Ulvaeus og Andersson skrivaðu Ingela Forsman og Anders Glenmark tilfar til útgávuna.
Plátubarrin 7. mars 2026