Best umtóktu løgini eru: 'You're The One That I Want', 'Hopelessly Devoted To You', 'Grease', 'Summer Nights', 'Greased Lightnin', og 'Sandy'. Annað rættiliga kent lag er 'Blue Moon', sum Sha-na-na spælir í Grease. Albumútgáva var tann 16. juni í 1978. Upptøkurnar vórðu gjørdar í USA. Í sendingini verður partvíst sagt frá filmsøguni. Hetta er tað kendasta film- og tónleikaverkið, sum Olivia Newton-John var partur av í lívi sínum, sum endaði tann 8. august 2022. Hon og John Travolta, Sandy og Danny, spældu í Grease søguni ásttiknir tannaáringar í fimtiára Kalfifornia, har Sandy var og vitjaði. Men í veruligum lívi var Olivia 30 ár og John Travolta 24.
Upprunaliga var talan um pall-sangleik frá 1971, ið førdur varð inn á filmløriftið - við fleiri nýggjum sangum. Á teimum tá nýggju Grease-løgunum spældu mætir tónleikarar, eitt nú bassistarnir Mike Porcaro og David Hungate, gittaristarnar Jay Graydon og Lee Ritenour, eins og John Farrar spældi gittar og framleiddi flestu nýggju løgini. Tá vit siga Oliva Newton-John, mugu vit nevniliga eisini siga John Farrar. Hann var rættiliga avgerandi fyri hennara frambrot í Amerika fyrr í sjeytiárunum, og til hesa filmplátuna skrivaði hann einsamallur stóru hittini, 'You're The One That I Want' og 'Hopelessly Devoted To You'. Tað fyrra var plettskot á Billboard Hot 100, tað seinna var nr. 3 á sama popplista.
Grease er tann tónleikafilmurin í søguni, sum flest fólk hava sæð.
Plátubarrin 2. jólakvøld 2022