Plátubarrin

TEMAPLÁTAN: 'Wrap Your Arms Around Me', Agnetha Fältskog 1983 + eykaløg


Listen Later

Hetta er tann fyrsta og eisini best umtókta einstaklingaútgávan hjá abbasangaranum, Agnethu Fältskog, á enskum máli. Talan er um popptónleik og Mike Chapman var framleiðari. Frammanundan hevði Chapman havt stóra undirtøku sum lagskrivari og framleiðari fyri nøvn sum Blondie, Sweet, Smokie, og Suzi Quatro. Ein útbygd 'Wrap Your Arms Around Me' varð endurútgivin á fløgu í 2005 við fimm eykaløgum, harímillum eru báði tann enska og tann spanska útgávan av duettlagnum, 'Never Again', sum Agnetha og Tomas Ledin høvdu sungið inn í 1982; árið fyri temaplátuna.
Kend løg á temaplátuni eru heitislagið, "Wrap Your Arms Around Me", og "Can't Shake Loose", "Take Good Care of Your Children", og "The Heat is On", ið verður mett at vera hennara best umtókta í altjóða høpi. Hinvegin var "Can't Shake Loose" á Top 30 í USA og tí kann ein altíð kjakast um handan spurningin. Virkesemið í Abba var steðgað upp árið fyri, seint í 1982 og Agnetha Fältskog royndi eins og hin kvinnuligi abbasangarin, Frida, at fóta sær sum solistur á altjóða pallinum. Aftrat temaplátuni gav Fältskog tvey onnur ensktmælt heildarverk út í fýrsunum; 'Eyes of a Woman' í 1985 og 'I Stand Alone' í 1987.
Plátubarrin 2. mai 2026
...more
View all episodesView all episodes
Download on the App Store

PlátubarrinBy Kringvarp Føroya


More shows like Plátubarrin

View all
Útvarpstíðindi by Kringvarp Føroya

Útvarpstíðindi

0 Listeners