Ungar kvinnur, sum skulu velja sær útbúgving og yrkisleið, mugu sjálvandi hava onkran at spegla sær í. Um tú ikki sært ein kvinnuligan flogskipara, so kanst tú halda, at tað starvið ikki er ein møguleiki fyri teg.
Tí er neyðugt við fleiri kvinnuligum flogskiparum.
Tað halda tær báðar Sheila Sóldal og Linda Vest Niclasen, sum eru flogskiparar.
Mett verður, at einans fimm prosent av øllum flogskiparum eru kvinnur, og hetta er nakað, sum vinnan og kvinnuilgir flogskiparar royna at varpa ljós á og broyta.