Nógvir føroyingar eru berarar av álvarsligum arvaligum sjúkum, uttan vita tað, og møguleikin at kanna hetta er ikki til staðar, tí tilboðið er ikki til. Tu merkir einki til at tú hevur brek í tínum ílegum, so tað er ikki fyrr enn tú fært eitt barn við einum øðrum berara av somu sjúku, at tú finnur útav tí, tí barnið gerst sjúkt.
Tað var hetta, sum hendi hjá Karini Laksáfoss og Sámali Rasmussen, tá dótturin Sága varð fødd. Hon hevði føroysku sjúkuna, sum hevur við sær, at børnini gerast sera sjúk og ikki fáa eitt langt lív.