"Princess", "cute" og "sweet". Prent, sum ofta eru at síggja á barnaklæðum til smágentur. Meðan orð sum "brave", "strong" og "hero" ofta er prentað á klæði til smádreingir.
Hetta hevur Marjun á Fríðriksmørk Berbisá lagt til merkis og vildi gera nakað við tað. Hon selur eitt nú stuttermdu blusuna við prentinum "sterk", tí hon heldur, at tílík barnaklæði mangla.