Sjórænararnir í Nólsoy

1. Sjórænarar ella mótmælisfólk


Listen Later

Í fyrsta parti fara vit til Nólsoyar – bæði í veruleikanum og í søguni. Her hitta vit fimm av teimum, sum standa eftir við ákærum fyri hendingarnar 1. september 2019, tá mótmælisfólk í Nólsoy gjørdu sítt besta fyri at vísa á sína ónøgd við ferðasambandið.
Í litrikum og lýsandi frásagnum frá borðinum í Maggies, greiða teir fimm – Edvard Skúvadal, Beinir Poulsen, Anfinn Nielsen, Róin Joensen og Terji Rasmussen –  á hvør sín hátt frá, hvat elvdi til, at teir svínabundu eitt Ternuna.

Tað er gaman, men eisini álvari, tá verturin leiðir lurtararnar gjøgnum søguna, sum gongur heilt aftur til vár 2019. Her handaðu nólsoyingar táverandi samferðslumálaráðharranum eitt móttmælisskjal við ynski um betri ferðasamband. Hendingin á keiini var ein natúrlig – men óvæntað og dramatisk – avleiðing av fleiri mánaða frústratión.

See omnystudio.com/listener for privacy information.

...more
View all episodesView all episodes
Download on the App Store

Sjórænararnir í NólsoyBy Frihedsbrevet Føroyar