Hvussu hevur gingið í Føroyum og aðrastaðni at arbeiða út frá teimum tíggju setningunum, sum yvirlýsingin innihelt? Tað hava vit tosað við Gundur Fossdal um. Gundur var ein av teimum tólv kokkunum.
Onkur hevur rópt tað eina mat-kolvelting og onnur siga, at tað var júst hendan yvirlýsingin, sum bjargaði norðurlendska mat-samleikanum, tá vit tosa um matstovuvirksemi.
Vit tosa um Norðurlendska køks-manifestið, sum varð orðað og undirskrivað á heysti í 2004.