Bókaárið var gott, tí har komu nýggj bókasløg, har vóru debutantar, og so eru skaldsøgurnar komnar í eina fasta legu. Soleiðis tekur Malan Marnersdóttir saman um bókaárið 2021.
Í hesi samrøðuni viðgera vit fagurbókmentaliga partin. Vit fáa tað til, at 13 yrkingasøvn, fýra stuttsøgusøvn og seks skaldsøgur komu út í Føroyum í fjør. Harumframt komu nógvar týddar bøkur út, eins og yrkisbókmentaliga rúgvan var stór.
Hoyr alla samrøðuna við Maluna Marnersdóttir her.