Leygarkvøldið 16. februar fór Teater Grugg á pall við 24 miseydnaðum føroyingum. Tað er norski dramatikarin Jesper Halle, ið hevur skrivað henda upprunaliga norska leikin, meðan Ria og Súsanna Tórgarð hava týtt leikin til føroyskt.
Leikararnir á palli eru Petur Meinhard Ellebye Andersen, Ria Tórgarð og Súsanna Tórgarð. Harumframt telur leikurin eisini tríggjar filmsleikarar - Áslu Olsen, Bjørk Búadóttir Tórgarð og Róu Helmsdal Clothier.
Barbara Hentze í Stórustovu, dramaturgur, og Rudolf Joensen, sjónleikari, ummæla leikin.
Tú kanst hoyra ummælið her!