Bólkurin Afenginn varð stovnaður í 2002 av finnanum Kim Rafael Nyberg, men sum frálíður er samstarvið við føroyskar tónleikarar vorðið alsamt størri.
Vit hitta Kim Nyberg og Dánjal á Neystabø og hoyra brot úr nýggju fløguni Klingra, sum telur nógvar føroyskar tónleikarar og er upptikin í Føroyum.
Afenginn hevur útgávukonsertir á Reinsarínum í Havn fríggjakvøldið og í Mentanarhúsinum í Fuglafirði leygarkvøldið.
Tú kanst hoyra frásøgnina her!