Lívsins Orð

Andaligur fíggindi (4) | Poli Jacobsen


Listen Later

Hoyr Pola Jacobsen tala fjórða part av røðini Andaligur fíggindi. Pætur sigur í 1. Pæt. 5.6-9: “”Eyðmýkið tykkum tí undir veldigu hond Guds, so Hann á tíð Síni kann seta tykkum høgt! (7) Og kastið alla sorg tykkara á Hann! Tí Hann hevur umsorgan fyri tykkum. (8) Verið edrú, vakið! Mótstøðumaður tykkara, Djevulin, gongur um sum brølandi leyva og leitar eftir, hvørjum hann fær gloypt. (9) Standið honum ímóti, føst í trúnni! Tit vita jú, at hesar somu líðingar eru lagdar á brøður tykkara í heiminum.””

Andaligir sannleikar eru sum ísfjøll. Tey síggja ikki altíð so stór út, men um vit høvdu hugt nærri, so høvdu vit sæð, at størri parturin av ísfjallinum er undir vatnskorpuni. Tað verður sagt, at í miðal eru 7/8 partar av ísfjallinum undir vatni, ella nærum 90%. Tað merkir, at tað er bara toppurin av ísfjallinum, vit síggja. Soleiðis er ofta andaliga eisini.

Størsta partin av tíðini, verður menniskjan ávirkað ella motiverað av einum ella øðrum, sum drívur okkara dagligdag. Men í 1. Pæt. 5.6-9 síggja vit, at tað í veruleikanum eru 3 aktørar ella leikarar í daglidegnum hjá menniskjum. Ávirkarar (influensarar), sum allir hava myndugleika og evni til at handla og royna at ávirka tað, sum hendir.

  1. Gud
  2. Menniskju
  3. Djevulin
  4. Pætur vísir okkum munin í millum Gud og okkara mótstøðumann, og hvussu vit skulu fyrihalda okkum til teir. Men hvussu skulu vit handla og uppføra okkum yvirfyri okkara andaliga mótstøðumanni, djevlinum.

    Hoyra Pola Jacobsen tala um fýra ting, sum Bíblian sigur, at vit skulu gera við okkara mótstøðumann.

    ...more
    View all episodesView all episodes
    Download on the App Store

    Lívsins OrðBy Lívsins Orð