Fríggjadagin kl. 16 lat Gallarí Focus upp í nýggjum hølum í Doktara Jakobsensgøtu 15 í Havn. Og talan er um eina forvitnisliga framsýning við verkum eftir Palla Gregoriussen og Anne Marie Gøricke, ið kann síggjast til 21. november.
Anne Marie Gøricke er fødd í 1948 í Ringsted. Um verkini hjá henni á hesari framsýningini er at siga, at eftir herviliga, lívshóttandi sjúku, er hon framvegis í fyribyrgjandi viðgerð.