- Vit vóru so hepnir at sleppa at royna og merkja Perluna, sum var ein klekingardepil fyri føroyskan jazz, og tað var heilt sikkurt við til at geva okkum íblástur og seta gongd á okkum sum tónleikarar.
Arnold Ludvig hevur skrivað essay um føroyskan jazz við heitinum "The fragility of faroese jazz". Tann viðkvæmi føroyski jazzurin er evnið í hansara serritgerð í sambandi við, at Arnold nú gerst Master of music á Listaháskóla Íslands.
Føroyskur jazzur er næstan líka gamal sum jazzurin aðrastaðni, men hann hevur havt bæði upp og niðurtúrar.