Hósdagin 11.apríl letur upp forvitnislig framsýning av 72 handinnbundnum bókum úr Norðurlondum upp á Landsbókasavninum í sambandi við Nordic Bookbinding festivalin 2018.
Hendan dagin var bókbindaraverkstaðurin á Landsbókasavninum eisini opin fyri áhugaðum, og høvi var at hitta Sóleyg og Tórunna, sum dagliga starvast á verkstaðnum.
Nón vitjaði bókbindaraverkstaðin og prátaði við Sóleyg Kjærbæk, ið er bókbindari. Harumframt hevur Sóleyg eitt verk við á framsýningini. - Eitt handinnbundið eintak av skaldsøguni, Barbara eftir Jørgen Frantz Jacobsen.