Ítróttur fyri børn og ung gerst alsamt meira professionaliseraður og spesialiseraður. Børn terpa førleikar heldur enn at dyrka gleðina og spælið. Tey ungu vera fyrr og fyrr noydd at velja, tí ítróttargreinar nú breiða seg um alt árið. Og samstundis gevast nógv ov tíðliga at íðka ítrótt.
Tað er evnið í hesum orðaskiftinum, har Magni Mohr, Heri Ziska og Andrass Nolsøe luttaka.
ÍSF hevur reist spurningin, nær tað er rætt at velja ítróttargrein.
Hoyr orðaskiftið her