Brexit er eitt av teimum mest umrøddu politisku evnunum í Írlandi í løtuni. Brexit hevur størri týdning fyri Írland enn fyri nógv onnur lond í Evropa, tí ein stórur partur av útflutninginum hjá Írlandi fer til Bretlands, men eisini tí Brexit kann ávirka støðuna millum Írland og Norðurírland.
Tað vísur Uffe Balslev, danskur sendiharri í Írlandi á. Hann sigur tó, at Írland útflytir til nógv onnur lond, og hevur havt stóra fíggjarliga framgongd seinnu árini, og tí er fíggjarliga ávirkanin ikki hættislig.