- Tit mugu fara. Annars ringja vit eftir Stasi.
Hetta vóru boðini, sum Ólavur Rasmussen fekk, tá ið hann var í Eysturberlin seint í 1989.
Saman við konuni Lis og einum amerikanara, hevði hann brotið seg um hegnið inn í Eysturtýskland og koyrt inn í Berlin, har mannamúgvurnar kravdu at sleppa vesturum.
Hetta var í teimum døgum, tá ið Stasi-vaktarmenn enn stóðu og hildu vakt.
Nakrar dagar seinni stóð Ólavur í Vesturberlin og breyt Múrin niður hamara og meitli.