Brunsj

Brunsj við Agnes Mols Mortensen


Listen Later

Agnes Mols Mortensen er fødd í 1977 á Tvøroyri og er útbúgvin lívfrøðingur. Saman við eldri beiggja sínum, Mortan Mols Mortensen, eigur og rekur hon fyritøkuna "Tari", sum virkar í fyrrverandi smoltstøðini í Fámjin. "Tari" framleiðir skjól til rognkelsi fyri laksa-alivinnuna í Føroyum og tara til matna.
Umframt at velja tónleikin í sendingini greiðir Agnes frá sínum virki og ymiskum áhugaverdum upplivingum í lívinum. Hon hevur millum annað gingið á kostskúla í Danmark, verið AFS næmingur í Ghana í Vesturafrika, silgt við skúlaskipinum "Danmark", lisið Lívfrøði á lærda háskúlanum í Keypmannahavn og tikið Phd í New Hampshire í USA.
Eyðfinn Jensen er vertur.
...more
View all episodesView all episodes
Download on the App Store

BrunsjBy Kringvarp Føroya