Eli Hentze er føddur, uppvaksin og búsitandi heima á Sandi. Hann er útbúgvin lærari og fótbóltsvenjari og hevur síðan 2017 starvast fulla tíð fyri Fótbóltsamband Føroya. Seinastu trý árini hevur hann verið hjálparvenjari hjá føroyska A landsliðnum í fótbólti.
Umframt at velja tónleikin í sendingini greiður Eli millum annað frá síni bakgrund og frá uppvøkstrinum heima á Sandi. Eisini verdur prátað um áhugan fyri námsfrøði og um tíðina við B71, ið vann føroyameistaraheiti í bestu fótbóltsdeildini í 1989.
Eyðfinn Jensen er vertur.