Jansy Gaardlykke er fødd í 1960 í “Gerðinum” í Lamba, har hon eisini er uppvaksin.
Hon er útlærd sjúkrarøktarfrøðingur og hevur starvast sum heimasjúkrasystir á Strondum, á Landsjúkrahúsinum, á Ríkissjúkrahúsinum í Keypmannahavn og hjá Kræftens Bekæmpelse í Danmark.
Seinastu 25 árini hevur Jansy verið dagligur leiðari hjá Krabbameinsfelagnum í Føroyum.
Umframt at velja tónleikin í sendingini, greiðir Jansy frá síni bakgrund og ymiskum hendingum, sum hava mynda hennara lívsleið.
Eyðfinn Jensen er vertur.