Ólavur Jóannesarson Hansen varð føddur í 1980 og vaks upp í Saltangará og Runavík. Hann er útbúgvin løgfrøðingur og starvast innan bygging og útboð hjá Landsverk.
Í frítíðini er hann virkin innan tónleik bæði sum sangari, samskipari og ummælari.
Uframt at velja tónleikin í sendingini greiðir Ólavur frá síni bakgrund og ymiskuum hendingum, sum hava myndað hansara lívsleið.
Eyðfinn Jensen er vertur.