Urd Johannesen er 55 ár, fødd og uppvaksin á Glyvrum, búsitandi á Argjum. Hon er útbúgvin Cand. Mag. í enskum og altjóða viðurskiftum og hevur eina Master í Arts Management, frá City University í London.
Fyri tíðina starvast hon sum Bókmentanarligur samskipari fyri FarLit, men tann 1. januar í 2023 byrjar hon í nýggjum starvi sum Mentannarsamskipari hjá Runavíkar Kommunu.
Umframt at velja tónleikin í sendingini greiðir Urd frá síni bakgrund og uppvøkstrinum á Glyvrum. Eisini verður sagt frá ymiskum hendingum og upplivingum, ið hava myndað hennara áhugaverdu og fjøllbroyttu lívsleið.
Eyðfinn Jensen er vertur.