Hesa vikuna, hoyra vit um føroyskar sangir.Í dag hoyra vit um savnið - Børnini syngja. Tað er eitt savn við sangbók, ljóðfløgu og sjónfløgu. Vit eru á vitjan í býlingshúsinum - Sólareygað. Tey greiða frá sanginum - Másin sigur pli pli. Tey eru við á fløguni. Síðani greiða Margreth Jacobsen og Súsanna Thomsen frá, tær hava givið savnið út. Eisini hoyra vit sangir av ljóðfløguni.