Í dag hoyra vit um orðatøk. Fyri kortum skipaði Klaksvíkar Kommuna fyri kapping um orðatøk. Endamálið var at prýða býarbussarnar í Klaksvík, og so eisini at fáa orðatøkini innaftur í gerandisdagin. Vit hoyra næmingar í 6. flokki í skúlanum við Ósánna greiða frá. Her vóru tveir bólkar í flokkinum, sum vunnu kappingina. Tey hava tosað nógv um orðatøk, tey hava stuttleika sær og gjørt nógvar kreativar og listarligar myndir til ymisk orðatøk. Rakul Ró, Sára, Minna, Rósa og Maria greiða frá.