Umvegis Mentamálaráðið fingu skúlar tilboð um at luttaka í eini roknikapping, sum Pangea Danmark skipar fyri.
Sigrid, sum er roknilærari hjá 3.fl. spurdi 3.fl., um tey ikki skuldu taka av avbjóðingini og tað vóru tey við uppá.
Fleiri umfør vóru og tá avtornaði, vóru tveir næmingar komnir í finaluna, sum skuldi fara fram í Keypmannahavn.
Øll kappingin gekk fyri seg á netinum og ikki var loyvt at brúka nøkur hjálparamboð, s.s. tabel og bøkur. Sesilia og Gilli greiða frá.