Leygardagin 2. desember rundaði rithøvundurin og skaldið Carl Jóhan Jensen tey seksti, og í samband við dagin fara vit á MentanarMikudegi at lýsa hansara skaldskap.
Vit fáa vitjan av Vár í Ólavsstovu, ið fer at umrøða skaldskap Carl Jóhan við støðið í skaldsøguni Bókin um tað góða.
Oddfríður Marni Rasmussen fer eitt nú at tríva í aftur røðu, hann helt fyri Carl Jóhan føðingardagin.
Og Kinna Poulsen fer at ummæla nýggju skaldsøguna Sær - ein fuglabók av gloymsku.