Tann 11. november í ár vóru 200 ár síðani, at stóra russiska skaldið Fjodor Dostojevskij var borin í heim.
Heimskendi rithøvundurin hevur skrivað stórar skaldsøgur sum "Brotsgerð og revsing", "Brøðurnir Karamazov", "Dupultgangarin", "Kjallaramenniskja" og "Idioten", og viðger filosofiskar spurningar á ein serstakan hátt. Tí er hann og fer hann helst altíð at vera hugtakandi og viðkomandi at lesa, vísa Jón Tyril og Bergur Djurhuus Hansen á.