- Tann djúpa sorgin kom ikki fyrr enn eitt ár seinni, sigur Jóhanna Andreassen.
Hoyrið her samrøðuna við Jóhonnu, sum greiðir frá, hvussu hon upplivdi at missa sonin í einari ferðsluvanlukku, og hvussu hon síðani hevur skipað lív sítt. Eitt lív, sum ikki snýr seg um at koma víðari í mun til vanlukkuna, men eitt lív, sum snýr seg um at geva sorgini og minnunum rúm í gerandisdegnum.