- Eg blívi meiri eggjaður, so hvørt eg komi longri fram í hesum; tað er so nógv, eg kundi hugsað mær at farið í holt við at týtt.
86 ára gamli Eilif Samuelsen hevur týtt 16 bøkur seinastu 16 árini. Og tað eru ikki hissini bøkur, hann hevur umsett við telduna undir væðingini í heimi sínum. Hann arbeiðir hvønn dag, bæði fyrrapart og seinnapart. Sjálvur kallar hann tað ikki arbeiði, tí hann ger tað av berum áhuga.
Hoyr samrøðuna við Eilif Samuelsen um nýggjastu bókina Retorikkur, sum upprunaliga er skrivað góð 300 ár fyri Kristi føðing, og nú er latin í føroyskan málbúna.