Í hesum mentanarmikudegnum í Nón viðgera vit eisini fríyrkissjónleikarabólkin Teatur Grugg.
Umframt leiklist eru bøkur eisini á skránni.
Vit tosa við havnarkvinnuna Rúnu í Baianstovu, lektara á Ørebro Universiteti, um bakgrundina fyri nýggju bók henara "Heder - hedersrelateret vold", sum hevur fingið nógva umrøðu í Svøríki, tí tilflytarar og migratión eru í brennideplinum.
Jógvan Isaksen ummælir eisini nýggju skaldsøguna Sær eftir Carl Johan Jensen.