"Ikki sær tað út av nógvum. Eitt lítið blátt skrivihefti í A5-stødd við 78 tætt skrivaðum síðum við javnari skákskrift og á donskum máli. Hóast lítillátið í útsjónd, so inniheldur skriviheftið part av serstøku lívssøguni hjá føroyskari kvinnu fyri 100 árum síðan."
Soleiðis byrjar Katrin Didriksen Apol bókina "Fjallafólk á flaglendi", sum kemur út í dag.
Bókin er í høvuðsheitum ein dagbók hjá langommu Katrin, Sonnu Apol. Og hon lýsir tankarnar hjá eini kvinnu, sum livdi fyri 100 árum síðan. Hon hugleiðir um útlongsul og heimlongsul. Um kynsleiklutir. Um trúgv og kærleika.