- Hann hevur verið út fyri øllum millum himmal og jørð - bæði av góðum og minni góðum, sigur Óli Jacobsen, rithøvundur, sum hevur skrivað ævisøguna um Njál Djurhuus.
Bókin, sum nevnist "Njál - ljós í skugga", viðger Njál Djurhuus, sum er vorðin kendur fyri at hjálpa fólkum í neyð, serliga av rúsevnistrupulleikum. Hann hevur í ein mansaldur virkað fyri Frelsunarherin í Norra.
Í bókini verða nógvar søgur sagdar frá arbeiðnum hjá Njál, men farið verður eisini aftur um høvuðspersónin, og leitað verður aftur til hansara uppruna.