- Marianna Winter er heiti á mínum soloprosjekti, har eg skrivi løgini, onkuntíð saman við øðrum, og sjálv seti mín dám á, hvussu tað skal ljóða.
Soleiðis sigur Marianna Winther Nagata, sum í løtuni brúkar listaliga navnið Marianna Winter til sína soloútgávu. Vit kenna hana úr fleiri samanhangum, eitt nú Sway, har hon syngur saman við øðrum, men nú gongur hon egnar leiðir.
Og netupp ljóðið er rættiliga serstakt - ein blanding av California og Føroyum, sigur hon sjálv. Og í hesum liggur eisini ein søga um listafólkið sjálvt.