Lívsins Orð

Eitt møti við Jesus | Símin P. Jacobsen


Listen Later

Símin P. Jacobsen talar um okkara reaktiónir uppá tað, sum Jesus hevur sagt og týdningin av, at menniskju fáa eitt møti við Jesus Kristus. Í Áps. 18.1-17 lesa vit um, tá ið Paulus var í Korint og prædikaði, og hópur av menniskjum vórðu frelst. Seinni skrivar hann brøv til tey trúgvandi í Korint. Í teimum peikar Paulus á trupulleikar, sum samkoman í Korint hevði.

Spurningurin er, hvat tey trúgvandi í Korint gjørdu við tað orðið, sum tey hoyrdu? Hvør var teirra reaktión uppá orðið frá Gudi? Hin spurningurin, vit mugu seta okkum, er, hvat vit gera við Guds orð, tá ið vit hoyra tað? Hvør er okkara reaktión?

Í Mark. 10.17-22 lesa vit um ein ríkan unglinga, sum møtti Jesusi. Hendan frásøgnin vísir okkum, at hesin unglingin hoyrdi tað, sum Jesus segði men vildi ikki yvirgeva seg heilt til Jesus. Men Jesus vil verða alt í okkara lívi.

Um vit ikki vilja yvirgeva alt til Jesus, verður tað trupult at fylgja Honum eftir.

...more
View all episodesView all episodes
Download on the App Store

Lívsins OrðBy Lívsins Orð