Leygardagin 26. apríl í 1986 hendi størsta kjarnorkuvanlukkan í søguni, tá reaktorur nummar 4 í kjarnorkuverkinum í Tjernobyl í Ukraina sprongdist. Við spreingingini spjaddust sera nógv dálkandi, geislavirkin evni við vindi og regni serliga í Ukraina og til grannalondini, men sum heild til alt Evropa.
Samanlagt 336.000 fólk vóru burturflutt aftaná vanlukkuna, og mett verður at fleiri túsund, onkur halda upp ímóti 200.000, fólk eru deyð ella fara at doyggja av krabba, sum fylgja av vanlukkuni.