- Eingin kallar meg annað enn Egga.
Jógvan Jensen, sum øll kenna sum Egga, hevur fingið hægstu viðurkenning frá ÍSF.
Ítróttarsamband teirra brekaðu, sum í dag eitur Parasport Føroyar, varð stovnað fyri 40 árum síðan. Millum stovnararnar var Egga Jensen, og hann hevur øll árini virkað ótroyttiliga fyri hesari grein av ítróttini. Og hetta er ein góð mynd av, hvør Egga er.